Keypstreytir
Tiltøk
Allir túrar á hesari heimasiðuni eru fyriskipaðir av GoLocal í samstarvi við lokalar veitarar.
Skráseting
Avtalan er bindandi fyri báðar partar, tá gjald ella depositum er goldið. Við at gjalda váttar kundin, at hann/hon góðtekur handilstreytirnar, sum standa á hesari heimasíðuni.
Gjalding
Fulla gjaldið verður goldið, tá bílagt verður.
Gjald við gjaldskorti
Ómaksgjald verður álagt, tá tit kekka út og gjaldið tað sama, sum ómaksgjaldið hjá Clearhaus.
Avlýsing/Broyting
Eitt avlýsingar gjald á kr. 500,- verður altíð at gjalda pr. bílegging.
Avlýsing meira enn 28 dagar fyri túr/komu: 100% endurgoldið.
Avlýsing 27-14 dagar fyri túr/komu: 50% endurgoldið.
Avlýsing styttri enn 14 dagar áðrenn túr/komu: Ongin endurrindan.
Klagur
Klagur skulu beinast beinleiðis til GoLocal so manglar kunnu bøtast so skjótt sum gjørligt og við minst møguligum ampa fyri kundan.
Veðurviðurskifti
Allir túrar í Føroyum eru tengdir at veðrinum. Um túrar vera avlýstir orsakað av ringum veðri, fært tú 75% av fullu upphæddini endurrindaða.
Um tú verður veðurføst/-fastur í Mykinesi orsakað av veðrinum, viðmæla vit, at tú hevur eina trygging sum dekkar hetta.
Galdandi lóg
Allar klagur mótvegis GoLocal skulu viðgerast sambært danskari lóg. Klagur, sum ikki kunnu avgreiðast gjøgnum danska ferðaklaguráðið, skulu viðgerast av Maritima og handilsliga rættinum í Danmark.
Gjaldskunning
Betri Banki P/F
Reg.no.: 9181
Account no.: 520.956.2
IBAN: FO3391810005209562
SWIFT: EIKBFOTF