Suðuroy – Un-touched, amazing views and hike to Hvannhagi

Suðuroy – Un-touched, amazing views and hike to Hvannhagi

Uppliv vøkroy Suðuroynna á hesum 12 tíma útferðini. Suðuroy er 55-60 milliónir gomul og tú sært jarðfrøðina framvið vegjaðaranum eins og stórbæru klettarnar. Suðuroy egnar seg væl til tey, sum ikki ynskja at ganga langt fyri at fáa vakurt útsýni, man sær klettar og berg frá vegjaðaranum. Hetta er ein sonn burtur frá mongdini uppliving.

Vit koma til Suðuroyar fyrrapart og byrja dagin við einum gongutúri í Hvannhaga, ein lættur 3 tíma túrur. Eftir túrin fara vit á Glasstovuna á Tvøroyri at eta miðmála. Seinnapartin koyra vit longur suður og síggja Vágseiði og Eggjarnar og koyra eftir gamla fjallavegnum til sunnastu bygd í Føroyum, Sumba. Vit steðga at taka myndir á vegnum og síggja m.a. Beinisvørð.

Seinasta staðið vit vitja er Akrabyrgi og vakri vitin á Akrabyrgi.

Vit sigla aftur til Havnar kl. 18.45 og møguleiki er at eta nátturða umborð á Smyrli.

Úr: kr.2,495.00

Meira kunning

Mánadag og mikudag alt árið.

 

08.00 – 09.45 Heinta og koyra til Smyril.
08.45 – 10.45 Sigla til Suðuroyar við vøkrum útsýni.
10.45 – 18.15 Gongutúrur í Hvannhaga, miðmáli og rundferð Vágseiði, Eggjarnar, Beinisvørð og vitin á Akrabyrgi.
18.45 – 20.45 Vit sigla aftur til Havnar. Møguleiki er at keypa sær nátturða umborð á Smyrli.

Prísurin er íroknað ferð við Smyrli, miðmála, gongugjald, koyring og ferðaleiðara.

Min. price dkk 2.495,-/pers. min. 2 persons and max. 8 persons for a whole day 12 hours tour, transport, lunch and guide.

 

Myndir

Hápunkt á túrinum

No items found
Shopping Cart
Scroll to Top